Ert tú ein av teimum, sum droymir um at sleppa at geva parkeringsbøtur, so hevur tú nú kjansin.
Fútin søkir eftir avloysara fyri parkeringsansara í Havn frá 21. august og í eitt ár fram.
Umsøkjararar skulu verða í minsta lagi 25 ár gamlir og fáa í sambandi við arbeiðið undirvísing í ferðslulógini og mannagongdum í sambandi við parkeringsbøtur.
Umsøkjarar skulu eisini trygdargóðkennast, sum tað verður kallað, og parkeringsvørðar skulu halda tagnarskyldu.
Umsóknarfreistin er 20. juli.