Nú kann søkjast um stuðul til umhvørvisátøk

Bæði einstaklingar, virkir, stovnar og feløg kunnu søkja Tórshavnar kommunu um stuðul til umhvørvisátøk.

 

- Hevur tú eitt gott hugskot ella eina ítøkiliga verkætlan, sum kann ríka um ella verja okkara umhvørvi? Um so er, hevur tú møguleika fyri at søkja Tórshavnar kommunu um umhvørvisstuðul.

Hvørt ár letur Tórshavnar kommuna 250.000 krónur í umhvørvisstuðli til verkætlanir, ið taka sær av okkara náttúru og umhvørvi.

Á heimasíðuni - torshavn.fo - kanst tú lesa um evnini í ár, kunna teg um stuðulstreytir og leita tær íblástur úr nøkrum av undanfarnum verkætlanum.

- Umhvørvisstuðulin verður latin í Umhvørvisvikuni í Tórshavnar kommunu, sum í ár verður í viku 18. Bæði einstaklingar, virkir, stovnar og feløg kunnu søkja kommununa um stuðul, og í ár er umsóknarfreistin 15. apríl 2021, siga tey í Tórshavnar kommunu í dag.