Hesa stórhending vildu vinfólk hennara ikki lata fara aftur við borðinum uttan markering, og tí gjørdu tær ikki mætari, enn at »kapra« hana seinasta fríggjadag.
Dagurin byrjaði við boblubaði og viðgerð, áðrenn tær fóru á matstovuna Merlot at eta eina bita á middegi.
Seinnapartin bowlaðu tær saman, áðrenn stuttleikabáturin »Pearl« flutti tær allar út í Hest, har tær steðgaðu eina løtu.
Um kvøldið fóru tær enn einaferð á Merlot at eta, og gingu síðani runt í býnum og tosaðu við tey, sum gingu framvið teimum.
Sum skilst var hetta ein sera góður dagur, ið má metast sum ein fyrireiking til stóru festina leygardagin.