Nú kann miðvíst arbeiði í 20 ár fara fyri skeytið

Tað verður ein stórur missur fyri føroyskan ítrótt – og fyri føroyskar bøndur

Verður ætlanin hjá samgonguni sett í verk, kann tað verða ein stórur missur, bæði fyri føroyskan ítrótt- og fyri øll tey í Føroyum, sum hava seyð.

Tað sigur Tóki Berg Mikkelsen, formaður í Eysturoyar Seyðahundafelag.

Hann sipar til, at ætlanin er at gera tað nógv strangari at ferðast ímillum Føroyar og útlandi við hundum og kettum. Serliga harmast hann um, at tað nú ikki longur skal verða loyvt at ferðast ímillum Føroyar og útlandi við djórum til kappingar, framsýningar, og annað.

https://www.in.fo/news-detail/news/nogv-strangari-at-faa-kelidjor-til-foeroya/?no_cache=1Les meiri um tað her: Nógv strangari at fáa kelidjór til Føroya

Hann vísir á, at síðani 2000 hava føroyingar regluliga verið uttanlands við seyðahundum, har vit hava kappast við nógv onnur lond, og síðani hevur menningin verið stór. Og hann leggur afturat, at nú klára vit okkum so væl í hesum kappingum, at vit liggja í toppinum í Evropa.

Føroysku seyðahundarnir hava kappast undir føroyskum flaggi, og tað er ikki so ofta, vit sleppa tað.

Sostatt hava Føroya fingið eina altjóða ítróttargrein afturat, umframt at seyðahundar í Føroyum eru farnir at duga so væl at reka seyð, at tað kann gerast ein vinnuvegur hjá onkrum.

– Vit vóna, at landsstýrið ikki fer at forða hesi menningini á hesum øki, sigur hann.

Tóki Berg Mikkelsen sigur, at føroyskir bøndur hava stórt gagn av hesum væl vandu seyðahundunum, umframt at teir hava stórt gagn av tí aliarbeiði, sum fer fram á stevnunum.

– Á kappingum verður besti hundurin funnin, og hann er nógv eftirspurdur tik aling og tískil er tað altíð nýtt blóð í hvølpunum, vit hava.

Formaðurin í Eysturoyar Seyðahundafelag leggur afturat, at í 2019 heitti ÍSF á Føroya seyðahundafelag um at verða eitt sersamband undir ÍSF

Sostatt fekk ÍSF eitt sersamband afturat, nevniliga Seyðahundasamband Føroya, og í tí eru nú seks feløg og tey eru seyðahundafeløgini í Suðurstreymoy, Eysturoy, Norðoyggjum Vágum, Sandoy og í Sundalagnum. 140 limir eru í øllum seyðahundafeløgunum, menher eru teir óteljandi bøndurnir, ið eisini hava seyðahund, ikki taldir við.

– Tískil er tað ógvuliga harmiligt, um støðið verður tikið undan hesi grein, eisini tí, at so verður ein ótróttargrein færri, sum føroyingar klára seg væl í, heldur hann.

Hann sigur, at seinni í ár skuldu fýra føroyingar fara til EM í Sveits, og í 2021 verður HM í Onglandi. Tey, sum fara við, hava vant hart og tí er óheppið, at taðer óvist, hvørt Føroyar yvirhøvur sleppa við, sigur Tóki Berg Mikkelsen.

Fyri at sleppa við, skal hundurin lúka ymisk krøv, eitt nú skal hann koppsetast fyri nógv ymist, leggur hann afturat.

Góðir seyðahundar eru ógvuliga nógv verdir, og tí verður ansað eftir teimum sum eftir reyðargull. Hann sigur, at verður ætlanin hjá samgonguni sett í verk, fer alt arbeiðið hesi seinastu 20 árini fyri skeyti. Og umframt ítróttin, verður tað eisini ein stórur missur hjá bøndrunum.

– Tað er ikki nokk bara at kappast innahýsis í Føroyum. Verður forboð sett fyri at ferðast við hundum, minkar áhugin fyri at venja ein seyðahund væl, og tá minkar vitanin um seyðahundavenjing eisini so við og við, sigur hann.