Sjónvarpsrøðin Matador, sum Danmarks Radio sendi fyrstu ferð í 1978, verður nú aftur send í bestu senditíð á DR1. Hetta er sjeyndu ferð, at DR vísir røðina, sum eisini hevur verið send í føroyskum sjónvarpi.
Tøkningar hjá Nordisk Film hava reinsað gomlu filmsrullurnar, og tí verður røðin nú víst í munandi betri góðsku, enn hon áður hevur verið at sæð í. Tað hevur tikið trý ár at endurnýggja gomlu upptøkurnar. Sambært Nordisk Film verða litirnir í Matador sterkari, og myndin verður sum heild klárari.
DR sendir sjey av teimum 24 pørtunum av Matador nú. Í heyst verður sendirøðin aftur á skránni.
Fyrsti partur av Matador verður sýndur á DR1 í kvøld kl 19.00 føroyska tíð.