– Hetta kann ikki takast í álvara. Tað heldur Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini hjá Tórshavnar býráð.
Nú verður tað tíggju krónur dýrari at ferðast um Nólsoyarfjørð við Ternuni og fimm krónur dýrari at ferðast um Suðuroyarfjørð við Smyrli.
Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at hetta er tað, Tórshavnar Kommuna krevur í gjaldi frá hvørjum ferðafólki, sum ferðast um Tórshavnar Havn við ávikavist Ternuni og Smyrli.
Les eisini: Hetta hevði eg ikki viljað havt sitandi á mær
Men Bogi Andreasen sigur, at tað er ilt at taka tað í álvara, at Tórshavnar Kommuna nú skal fáa skyldina fyri príshækkingarnar.
Hann vísir á, at samstundis sum at hetta verður gjørt, verður tað ókeypis hjá teimum, sum búgva á útoyggj at ferðast við Strandferðsluni og harafturat er bátur, og manning útvegað til at sigla upp á Hest.
– Landsstýrismaðurin gevur við aðrari hondini, men tekur tað inn aftur við hinari hondini - men tað skal Tórshavnar Kommuna ikki hava skyldina fyro, sigur Bogi Andreasen.
– Hetta minnir meg mest um valagn, men Tórshavnar kommuna skal ikki rinda fyri valstríðið hjá Heðini Mortensen.
Les eisini: Siga kortanei til at hækka prísin á ferðaseðlum á Strandferðsluni
Hann vísir eisini á, at avtalan ímillum Tórshavnar Havn og Strandferðsluni varð gjørd ímeðan Heðin Mortensen var borgarstjóri og hann harmast um, at Hann nú hevur skift støðu so brádliga, bara tí at hann er vorðin landsstýrismaður.
– Heðin Mortensen hevur sjálvur gjørt hesa avtaluna, so at hann nú vendir sær ímóti henni, uppfati eg sum um at hann svíkur Havnina, sum hann var so góður við, tá ið hann var borgarstjóri, sigur formaðurin í Vinnunevndini.
– Tórshavnar Kommuna fer ikki at samráðast um avtaluna av nýggjum, bara tí at Heðin Mortensen skal í eitt valstríð, leggur hann afturat.