Eftir valið verður høvið at síggja nýggjasta íslendska filmin, sum í fleiri førum er virðisløntur og hevur fingið besta skoðsmál í heimsins størsta filmastíðarriti, Variety.
Fyrsti filmurin, KLIPP sýnir í nýggja árinum, er úr Íslandi. Eins og í undanfarnu filmum henda veturin, er talan um ein ungan leikstjóra, Dagur Kári, sum hervið ger sín fyrsta spælifilm. Heitið er "Nói, Albinói".
Filmurin er um trupla dreingin Nóa, sum er albino og býr á bygd í Íslandi. Happing ger ikki tilveruna lættari.
Hesin hugvekjandi, virðislønti filmur verður sýndur í Norðurlandahúsinum mikudagin hin 21. januar 2004 klokkan 20:00.
Heimsins stórsta filmstíðarrit Variety segði um íslendska filmin: »Icelandic cinema digs out a major new talent with NÓI ALBINÓI, the feature début of award-winning short filmmaker Dagur Kári. Portrait of a gifted teen rebelling against lifes limits in a frozen coastal village communicates directly with auds through an inspired mix of realism, humor and metaphor.«
Filmstíðarritið Variety vitjaði í Føroyum, tá filmstevna var í Norðurlandahúsinum í 1989 og Katrin Ottarsdóttir sýndi fyrsta spælifilmin »Atlantic Rapsody«.
Aktuelli íslendski filmurin "Nói, Albinói" vann í fjør virðisløn sum besti norðurlendski filmurin á stevnu í Göteborg. Samstundis fekk filmurin Moviezone virðislønina í Rotterdam og tvær fyrstuvirðislønir í franska býnum Angers, har ungir, evnaríkir evropeiskir filmsleikstjórar verða bodnir á hvørjum ári.