Nú hyggur ÍF uppeftir og ikki eftir botninum (FM1)

(FM1) Hans Jørgen Djurhuus heldur tað vera rættvíst, at TB og ÍF fingu eitt stig í part við Stórá í Trongisvági seinnapartin í dag

##med2##

Tað endaði við málleysum javnleiki millum TB og ÍF við Stórá í Trongisvági. 

ÍF hevur fingið 10 av 12 møguligum stigum í sonevndu botn-5 uppgerðunum, men Hans Jørgen Djurhuus, ið venur ÍF saman við Ólavi Larsen sigur, at nú hyggur ÍF uppeftir á stigatalvuni, og ikki eftir botninum.

Fyrsta málið hjá ÍF er at hála inn á Víking á stigatalvuni.

Hans Jørgen heldur, at tað var rættvíst, at liðini fingu eitt stig í part við Stórá í dag. Hann heldur, at ÍF var betra liðið í fyrra hálvleik, og TB var betra liðið í seinna hálvleiki.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Hans Jørgen Djurhuus. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Poul Ingason hjá TB. 

(Samrøða: Hans Jørgen Djurhuus um TB-ÍF)