Nú hyggja vit frameftir

Ljóðbrot á Rás 2

- Fiskivinnunýskipanin hevur skuggað fyri onnur politisk mál. Tí er tað ein lætti, at tað nú er avgreitt, so at vit kunnu seta fokus á onnur mál, sum hava stóran týdning fyri Føroya fólk og føroyska samfelagið, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 

Hann ásannar, at tað kann vera torført at siga heilt vist, hvussu nýggja fiskivinnulógin fer at virka, men hann hevur eina hylling av tí, heldur hann.

- Eg havi mína vón til, at tað fer at virka væl. Eg haldi ikki man kann siga, at hetta verður ein katastrofa. Tíðin fer at vísa, hvussu uppboðssølan fer at virka, sigur hann.

 

Hann vísir eisini á, at løgtingið altíð kann gera tillagingar og broytingar í eini lóg, eisini í lógini um fyrisiting av sjófeingi, sum nýggja fiskivinnulóggávan kallast.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum løgmaður hevði við Rás 2 í dag.