Nú hevur Teistin aftur borið við land

Teistin hevur aftur borið við land í Grótkastinum og skipasýnið hevur kravt, at hann skal kannast, og skaðin umvælast, áðrenn hann aftur sleppur at sigla við ferðafólki.

 

Hann hevur fingið eitt lítið hol á ein tanga, og nú verður arbeitt við at fáa hann á beding, at fáa skaðan umvældan, men tað er lættari sagt enn gjørt, og tað kann væl henda seg, at Teistin ikki verður klárur í morgin.

 

Sostatt er Ternan enn eina ferð tikin úr Nólsoyarsiglingini og sett í sigling ímillum Gomlurætt og Skopun. Men tað kemur illa við, tí Ovastevna er í Nólsoy og tað er rættiliga nógv fólk væntandi til Nólsoyar.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Hera Norðberg á Strandferðsluni greiða frá, hvussu tey royna at fáa pusslispælið at ganga upp, so at fólk sleppa um Skopunarfjørð - og á Ovastevnu