Næsta mánadag verður Edmund Joensen, løgtings- og fólkatingsmaður, avgerandi atkvøðan í Fólkatinginum, sum skal tryggja meirilutan hjá donsku stjórnini. Hetta hendir, tí mánadagin tekur Christian H. Hansen, sum er valdur fyri Dansk Folkeparti, aftur sæti í Fólkatinginum. Hann hevur verið í sjúkrafarloyvi við svárari sjúku. Hann segði við sjónvarpið hjá Danmarks Radio í síðstu viku, at hann hevði hugsað nógv um politikkin, sum stjórnin rekur. Hann fær eitt nú ikki tikið undir við klimapolitikkinum, og hevur fingið nóg mikið av tosinum um burka og annað, sum hann heldur als ongan týdning hevur í mun til allar sparingar í almannaverkinum.
Hóast Christian H. Hansen hevur boðað frá, at hann ikki fer at fella eina borgarliga stjórn uttan víðari, so er veruleikin kortini tann, at Edmund Joensen er garanturin fyri, at Danmark hevur eina borgarliga stjórn, og at Lars Løkke Rasmussen kann halda fram sum forsætisráðharri.
Føroyskir fólkatingsmenn hava tvær ferðir fyrr í nýggjari tíð verið í somu støðu. Fyrru ferð var, tá Óli Breckmann varð valdur á Fólkating í 1984. Boðskapurin hjá honum var, at hann ikki skuldi blanda seg í danskan politikk. Hann fekk kortini annað at sanna og mátti tillaga sítt politiska støðufestið til politiska veruleikan.
Seinna ferðin var, tá Jóannes Eidesgaard varð valdur á Fólkating í 1998. Hetta var mitt í stríðnum um bankaendurgjaldið – og tað at Jóannes Eidesgaard tryggjaði stjórnini hjá Poul Nyrup Rasmussen at halda fram, hevði eyðtivað sína ávirkan á milliarda endurgjaldið fyri bankaskrædlið.
Edmund Joensen hevur rættiliga leikað í seinastu tíðina. Serliga um blokkin. Eitt er, at hann og Sambandsflokkurin ikki tóku undir við lækkingini í blokkstuðlinum, sum eisini var illa umhugsað. Men síðani hava allir flokkar uttan Sambandsflokkurin tikið undir við, at blokkstuðulin er frystur fastur. Edmund Joensen hevur víst á, at hetta eigur at verða broytt – ella »at blokkurin verður tiðnaður«, sum hann hevur málborið seg. Hetta hevði givið landskassanum eina eykainntøku í 100 milliónaklassanum á hvørjum ári.
Hóast Jóannes Eidesgaard, Kaj Leo Johannesen og Jørgen Niclasen hava vent tummilin niðureftir, so stendur Edmund Joensen fast við sítt.
Í løgtinginum hevur hann ikki stuðul fyri hesi ætlan. Hann hevur heldur ikki mandat til at leggja serligt trýst á. Men tað hevur hann í Fólkatinginum! Spurningurin er so bara, um Edmund Joensen meinar nakað við tað – og um hann torir at vera líka »treiskur« mótvegis Lars Løkke Rasmussen, sum hann er móti Kaj Leo Johannesen…









