Bæði ímóti Víkingi og EB/Streymi og aftur í dag, tá ið EB/Streymur var í Fuglafirði og vann 3-2, var Magnus Heinason í álopinum hjá EB/Streymi.
Tískil er tað ikki óvæntað, tá ið EB/Streymur í kvøld boðar frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Magnus Heinason.
EB/Streymur skrivar soleiðis íkvøld:
EB/Streymur hevur gjørt sáttmála við 20 ára gamla gøtumannin Magnus Heinason.
Magnus hevur seinastu árini verið fastur fúsur á 1. deildarliðnum hjá Víkingi, men hevur eisini spælt 6 dystir í Betri deildini og skotið eitt mál (móti EB/Streymi í 1-1 javnleikinum í fyrrárið).
Magnus kann spæla fleiri ymisk pláss á vøllinum, men hevur í øllum trimum venjingardystunum í ár spælt í álopinum. Hann feiraði eisini sáttmálan við at skjóta sítt fyrsta mál FYRI EB/Streym í 3-2 sigrinum í Fuglafirði í dag, siga teir í EB/Streymi.