Nú hevur Livar lagt út á hav

Klokkan eitt í nátt, okkara tíð, loystu Livar og báðir bátsfelagir hansara, frá landi í Perth í Avstralia og løgdu út á hav á 6.500 kilometra langa róðuri teirra tvørtur um Indiahav.

Tað er 29 fót, ella 8,8 metra langi, serbygdi árabaturin, Rio, sum skal føra teir tvørtur um Indiahav til Mauritius.

Teir hava brúkt hesar seinastu dagarnar at taka proviant, eitt nú hava teir 2.000 sjokulátuplátur við, tí er tað nakað, teir fáa brúk fyri, eru tað kaloriur, tí teir brenna 11.000 kaloriur um dagin.

Teir vænta at brúka 90 dagar um ferðina. Í samrøðu við Rás2 hevur Livar sagt, at teir hava mat við til 100 dagar, men klára teir tað ikki upp á teir ætlaðu 90 dagarnar, verður hann vónbrotin.

Eru teir hepnir, kunnu teir klára ferðina á 70 dagar, heldur skiparin á ferðini, Maxime Chaya á heimasíðu síni.

Hetta er ein torførur teinur at rógva, higartil hava einir 40 fólk roynt hesa ferðina, men bara 16, eru komin á mál.

Hinir eru ikki givnir av vanlukkum, men av ymsum øðrum orsøkum, sigur Livar Nysted við Rás2.

- Men ein orsøk til, at so fá hava roynt hendan teinin, er at hann er so dýrur, tí tað kostar nógv at fáa bát og manning heilt til Avstralia.

Hann skilir væl, at fólk stúra, men tað heldur hann ikki, at tey skulu, tí hetta er ikki so vandamikið, sum tað ljóðar.

Hann sigur, at teir hava alla hugsandi útgerð umborð.

Hann hevur roynt havrógving fyrr, so hann sigur, at hann er greiður yvir, hvat hann hevur givið seg í kast við.

Á myndini stendur Livar við bátin, teir hava lagt til havs við.