Nú hevur hann skrivað 50 bøkur

– Eg ætlaði at blíva lesandi maður burturav

Rithøvundin Jógvan Isaksen hevur nú skrivað bók nummar 50. Fyrsta bókin kom út í 1983, og seinasta dagin í januar kemur bók nummar 50.

Stóra fjøldin av føroyingum kennir Jógvan Isaksen sum bestseljandi krimirithøvund, og hann er eisini javnan frammi sum ummælari og hevur skrivað fleiri bøkur um bókmentir. Jógvan hevur í nógv ár undirvíst í bókmentum og føroyskum á Københavns Universiteti.

– Sum ungur var tað avgjørt ikki mín ætlan, at eg skuldi blíva skrivandi maður. Ætlanin var at gerast lesandi maður burturav, men tá er viðhvørt ringt at sleppa undan at skriva eisini, sigur Jógvan Isaksen.

– Fyri mín part er tað bara so, at eg av meir og minni tilvild síðani 1983 havi skrivað 50 bøkur. Tað var ongantíð ætlanin, tað er bara blivið so, og beint nú siti eg við bók nummar 51, sigur hann.

Bók nummar 50, sum Sprotin gevur út, snýr seg um seinasta yrkingasavnið hjá Jóanesi Nielsen. Bókin kallast  »Ars moriendi - Kynstrið at doyggja. Um yrkingasavnið Gudahøvd eftir Jóanes Nielsen«.Í tí sambandinum verður hald á Reinsarínum í Havn hósdagin 31. januar, har Jóanes Nielsen og Jógvan Isaksen tosa um nýggju bókina og um skrivingina hjá Jóanesi Nielsen.

Í løtuni skrivar Jógvan Isaksen »Færøsk Litteraturs Historie. Andet bind 1950-2018«. Onkur krimisøgan er eisini í umbúna.

– Eg haldi ikki, at tað kenst sum nakað serligt at hava skrivað 50 bøkur. Í veruleikanum havi eg bara nevnt tað fyri heilt fáum fólkum, sigur Jógvan Isaksen.

Fyri jól gav hann út krimibókina »Anathema«, sum var millum best seljandi føroysku bøkurnar í fjør.