Mikukvøldið 25. november í fjør varð finalan í donsku sendingini »Nybyggerne« á TV2 víst, og tá sms atkvøðurnar vóru taldar varð greitt, at føroyska parið, Sunnvá Dahl Rasmussen og Martin Høgfeldt Olsen, høvdu flest atkvøður, og vórðu tí eini heil hús ríkari. Húsini hava eitt virði á 2,6 milliónir.
Í dag hevur føroyska parið, sum býr í Keypmannahavn, fingið lykilin til húsini.
– Nú kunnu vit byrja at leggja flytingina úr Keypmannahavn til Silkeborg til rættis. Væntandi flyta vit í august. Vit gleða okkum ómetaliga nógv at byrja upp á hendan nýggja kapittulin og at vera nærri náttúruni í einum av teimum vakrastu býnum í Danmark.
Nybyggerne er ein sending, ið hevur verið víst á TV2 tey seinastu fimm árini. Sendingin snýr seg um fýra pør, sum skulu innrætta hvør sítt hús í Silkeborg. Røðin er í níggju pørtum, og í hvørjum parti fara pørini undir eitt ella fleiri rúm í húsinum, sum skal innrættast við einum budgetti á 300.000 hvør. Tá sendingin er av, avgera hyggjararnir, hvør vinnur dreymahúsið, sum er 2,6 milliónir vert. Húsið, sum verður umvælt er 125 fermetrar, og tað hevur eina gongd, trý kømur, ves, stórt alrúm og úrtagarðsøki bæði framman og aftanfyri.











