Nú hava danir klippikortskipanina, so nú er lag á manni!

 Lat tað vera eina góða byrjan at innføra klippikortsskipanina. Tað snýr seg fyrst um upplæring og motivasjón, og ikki um straff, skrivar Heri Simonsen

Vit vóru nøkur sum um aldarskiftið vístu á, at tað vóru fleiri lond her vestanfyri, sum høvdu eina klippukortsskipan innan ferðsluøkið, m. a. Ísland. Víst var á tann góða moralin við einari klippukortsskipan har akfarsførarar í einum 3-ára tíðarskeiði hava møguleikan at bøta upp á skeivar gerðir í ferðsluni. Ein kann blíva nullstillaður í klippikortsskipanini/stigaskipanini eftir trimum árum, um ein skikkar sær væl í ferðsluni í hesum 3-ára skeiðnum! Men m. a. nógvir tingmenn sóu seg illar inn á hesa »poengskipan« og hesi »bonusklippini«, sum onkur núverandi floksformaður málbar seg á sinni. Tað kom eisini undan kavi, at Danmark ikki hevði hesa klippikortsskipanina, og tí var sjálvsagt, at vit í Føroyum ikki áttu at hava hana heldur. Tað var einasta poengið teir høvdu!
Men danir gera tað, sum vit føroyingar ikki gera! Teir hyggja nevnliga eftir, hvussu gjørt verður í øðrum londum enn bara í Danmark. Og danir hava m. a. hugt eftir, hvussu teir gera í Íslandi! Og nú hava danir sjálvir innført eina klippikortsskipan, sum eru ógvuliga lík tí íslendsku. Og sum formaðurin í »Rådet For Større Færdselssikkerhed« segði við eitt føroyskt tíðindablað í síðstu viku: »Med stor succés«. Og nú tá danir hava hesa klippikortsskipan skuldi væl verið møguleiki fyri, at vit fáa eina líknandi skipan lógarfesta í Føroyum. Annars er Danmark undangonguland tá tað kemur til súkklubreytir. Danmark er óiva besta súkkluland í heiminum. Haraftrat hava danir gott útsýni við nærum allar krossvegir. Har hava føroyingar ikki fylgt dønum serliga langt, fyri ikki at siga: als ikki! Men lat tað vera eina góða byrjan at innføra klippikortsskipanina. Sofus Hansen, fólksins maður í ferðslumálum vísti so staðiliga á í Sjónvarpstjakinum, at tað snýr seg fyrst um upplæring og motivasjón, og ikki um straff! Og rætt hevur hann!
heri.simonsen@postur.fo