Nú hómast møguleikin

Fleiri royndir hava verið gjørdar, men tær eru allar kollsigldar.

 

Í sínari kommunalu kunning nú um ársskiftið, snýr ein partur av kunningini hjá Runavíkar kommunu seg eisini um svimjihøllina, sum ætlanin er at byggja í Runavík. Her verður víst á, at longu, tá fyrsti býarplanurin varð gjørdur við økið fyri nærum seksti árum síðan, var eisini ein svimjihylur við í ætlanini.

Fleiri royndir hava verið gjørdar síðan tá, men tær eru allar kollsigldar - helst tí, at aðrar verkætlanir høvdu meiri skund enn svimjihøllin. Í kunningini verður víst á, at ferðin í vøkstrinum hevur verið skjótari enn fíggjarliga tærið, sum tikið verður til - ella bløðkan vaks skjótari enn rótin.

Ikki fyrr enn nú hómast ein møguleiki fyri, at ætlaða svimjihøllin í Runavík kann gerast veruleiki. Víst verður á, at BBP-Arkitektar vunnu arkitektakappingina, og hetta er sama felag, sum teknaði Bylgjuna.

- Sáttmáli er undirritaður við viðkomandi felag um at neyvætla skitsuprojektið. Hetta verður væntandi liðugt í mars mánaði næsta ár, og higartil hevur býráðið bert samtykt, at verkætlanin skal neyvætlast.

Ein nýggj býráðssamtykt skal tískil til fyri, at byggingin av svimjihøllini kann bjóðast út, og harvið liggur málið um svimjihøllina nú í hondunum á býráðnum.

Í kunningini hjá Runavíkar kommunu verður sagt, at kostnaðurin fyri svimjihøllina er mettur til umleið 100 miljónir krónur, tá allir snøklar eru innan fyri lúnningina. Verður svimjihøllin boðin út á vári 2021, kann hon standa liðug øðru megin ársskiftið 2022/2023.

Lagt verður aftrat, at kommunan eisini arbeiðir við einari hitaloysn, har vatnið úr Eysturoyartunlinum skal brúkast sum kelda til upphitan av eitt nú svimjihyli og høll.