Fyrsta hálvár 2012 útflutti føroyska alivinnan 27.819 tons av laksi. Hetta er 34% hægri samanborið við sama tíðarskeið seinasta ár.
Laksaprísirnir vóru serstakliga høgir fyrra hálvár 2011, og hetta sæst aftur á hagtølunum fyri 2012. Sjálvt um nøgdin av laksi, ið varð útfluttur fyrra hálvár í ár, var 34% hægri enn sama tíðarskeið seinasta ár, so er virðið 2% lægri ella 849 milliónir. kr.
Alivinnan sendir nú fyri 36% av føroyska vøruútflutningsvirðinum, og laksur er tí enn Føroya størsta útflutningsvøra.
Alivinnan útflutti yvir 146 mió. kr. av laksi til USA, ið enn er størsti útflutningsmarknaðurin fyri føroyskan laks.
Útflutningurin til Kina, Russland, Bretland og Svøríki vaks nógv fyrra hálvár 2012.











