Nógvur svartkalvi

Tey bæði garnaskipini, sum royna eftir svartkalva og ísa umborð, hava havt gott fiskarí í seinastuni. Í dag var annað teirra á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum við 12 tonsum, og skipið fekk eisini væl meiri enn minstaprísin fyri lastina, sum fór fyri góðar 30 krónur fyri kilo.

Av øðrum fiskasløgum vóru umleið átta tons á uppboðnum í dag, mest toskur, hvítingur og longa. Toskur II fór fyri 13,00 krónur kilo, hvítingurin fyri 7,00 krónur, og meðalprísurin á longuni var 9,00 krónur.

Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin góð 20 tons í dag fyri 436.000 krónur.