Fugladeyði
Hvørt ár doyr hópur av sjófugli í gørnunum hjá donskum fiskimonnum.
Danskir fuglafrøðingar meta, at talan kann vera um 100.000 sjófuglar um árið, sum soleiðis drukna í gørnunum.
Danskir havfrøðingar eru ikki samdir við fuglafrøðingarnar. Teir halda ikki, at talið er so stórt. Havfrøðingarnir meta, at einir 10.000-20.000 sjófuglar doyggja á henda hátt um árið.
Bæði fiskimálaráðharrin og umhvørvismálaráðharrin í Danmark halda, at málið um fugladeyðan eigur at verða kannað nærri.
Higartil hava danir ikki givið sær so nógv far um sjófuglin, men hava verið meira upptiknir av smáhvalinum, sum vevur seg inn í gørnini og doyr.