Føroysku U19 landsliðini hjá kvinnum og monnum eru taka lut í einari NEVZA-kapping í Finnlandi í hesum døgum.
Flogbóltsfrásøgumaðurin hjá FM1, Óli G. Samuelsen er við á ferðini, og í morgin sigur Óli beinleiðis frá Føroyar-Danmark, kvinnur frá klokkan 11. Tó byrjar dysturin klokkan 10, men tá er beinleiðis fótbóltspanel á FM1 við Jákupi á Borg og Mikkjali Thomassen.
Aftaná dystin millum kvinnurnar hjá Føroyum og Danmark fer Óli G. Samuelsen frá klokkan 12.15 at siga frá dystinum hjá monnum millum Føroyar og Svøríki.
Klokkan 17 seinnapartin sigur Óli G. Samuelsen frá dystinum hjá monnum millum Føroyar og Noreg.











