Fiskivinna
Í gjár lógu fýra skip við Kósabrúnna, sum Landingarmiðstøðin í Klaksvík landar. Skipini eru línubáturin, Fiskimúli, sum hevur umleið 30.000 pund á 3-4 setum, trolbáturin Gáshøvdið við 40-45.000 pundum, Fiskaklettur við 26.000-27.000 pundum og línuskipið Polarstjørnan, sum hevur eini 70.000 pund á sjey setum.
Pól Fuglø, landingarformaður, sigur, teir eisini landaðu fleiri skip í síðstu viku.
- Fríggjadagin vóru partrolararnir, Safir og Smaragd, inni. Teir høvdu eini 280.000 pund og vóru fullir undir lúkurnar. Skipini seldu beinleiðis til Kósina.
Pól sigur, at línuskipini Kvikk og Núpur landaðu eisini fríggjadagin; tey høvdu umleið 100.000 pund í part.
Hósdagin landaðu línuskipini Klakkur, Pison og Froya. Tey høvdu ávikavist 110.000, 100.000 og 70.000 pund.
Pól Fuglø sigur, at Pison, Klakkur og Froya vóru á Føroyabanka á seinasta túri, meðan flestu av hinum línuskipunum vóru norðanfyri.
- Í løtuni er streymurin harður, men nøkur av línuskipunum eru farin útaftur, og onnur gera klárt at fara. Útróðrarflotin, sum roynir við línu, liggur í løtuni, sigur landingarformaðurin.
Landingarmiðstøðin í Klaksvík landar at kalla øll skip, sum leggja veiðina upp í Klaksvík, eisini tey, sum selja beinleiðis til virkini.










