Tað hevur verið strævið hjá løgregluni í nátt. Tað hevur verið nógv fólk í býnum, nógv jólaborðhald eru ymsastaðni og nógv verður drukkið.
Tað gevur vanliga løgregluni nógv at takast við og tað hevur hon eisini havt í nátt.
Heilar níggju ferðir er løgreglan boðsend til húsaófrið, har húsfólk eru komin til ilnar og til annan ófrið.
Men hvørja ferð hevur tað eydnast løgreglufólkunum at sissa partarnar, so tað var ikki neyðugt at taka seta nakran í brummuna at kólnað aftur.
Annars eru nøkur fólk dottin í hálkuni og tvær ferðir mátti sjúkrabilur boðsendast at fáa fólk á Landssjúkrahúsið til viðgerðar fyri minni skaðar og løgreglan hevur eisini verið í býnum og skilt fólk sundur.