Nógvur góður sangur og tónleikur í Fuglafirði

Í dag klokkan 16.00 varð árliga jólakonsertin í Fuglafjarða kirkju. Á konsertini vóru hópin av solistum. Fuglafjarðar Hornorkestur undir leiðslu av Kjell Orseth, legði fyri við at spæla jólatónleik av tí kenda. Johanna Egholm og Rúni Hentze spældu hvør sína solo á cornet. Fuglafjarðar Hornorkestur hevur seinnu nógvu árini verið væl fyri og borgaðu tey sanniliga fyri góðsku við spæli sínum í kvøld.

 

Serliga eru tað sálmarnir, sum verða kíndir varisliga við hóligum basspæli, sum hóvaðu væl.

 

Teir Átta, ið hava hin køna Jógvan á Lakjuni sum fyriskipara og forsangara, eru eftir hondini kendir víða um sum serliga góðir og væl samansungnir. Teir eru eina mest at hoyra á jólum, men tá koma teir sanniliga til sín rætt. - Og vantar teimum eitt lag, so ger Jógvan á Lakjuni tað bara. Teir sungu eitt nú frálíka lagið hjá Jógvani, »Hvít og Føgur«, sum Hans Andreas Djurhuus hevur smíðað orðini til. Ljóst og lætt við góðum tempo og tøttu klangirnir vórðu væl bornir.

 

Síðani kom Fuglafjarðar Sangkór undir leiðslu av Heðin Kambsdal. Tey framførdu yndisligan kórsang á enskum, íslendskum og føroyskum mál. Linda Toftegaard, Ása Dam og Petsi Tvørfoss sungu solo.

 

Kórið hevur røtur aftur til Herluf, Arnold og Frits´sa tíð, so tey hoyra til, kanst tú siga. Fuglafjarðar Sangkór hevur eisini hópin at bjóða. Og ein jólakonsert uttan Fuglafjarðar Sangkór, er ring at ímynda sær.

 

Undirspæl høvdu Heðin Kambsdal og Rói Eliasen.

 

Kirkjan í Fuglafirði, sum var fullsett í kvøld, er hugnalig og ljóðgóð. Og hevur tú verið við til slíka konsert, har henda ikki serliga stóra bygdin kann borðreiða við so nógvum kórum, sangi og spæli, so eru jólini longu munin ríkari.

 

Eftir konsertina varð boðið til ein kaffimunn í kirkjukjallaranum.

Orð og myndir: Dávur Winther