Nógvur fiskur upp á Sandi

Fiskivinna

Í vikuni hava ikki færri enn tvey línuskip og tríggir trolarar lagt veiðina upp á Sandi.
Línubátarnir eru Hoyvíkingur og Thomas Nygaard og trolararnir, sum allir landaðu í gjár, eru Nornagestur, Kolumbus og Eysturbúgvin.
Tá ið vit frættu av Sandi í gjár, høvdu tey ikki neyvu tølini yvir landingarnar við hondina, og neyvan vóru skipini heldur liðug at landa.
Á Sandoy Seafood siga tey annars, at meginparturin av fiskinum verður arbeiddur á virkinum á Sandi og í Skopun. Bert ein minni partur er keyptur av øðrum virkjum og fer av oynni.
- So, her hava vit ríkiligt at takast við í løtuni, siga tey á Sandoy Seafood.
Tað er greitt, at tá ið fimm skip leggja veiðina upp á Sandi í eina viku, eru nógvir mans eisini knýttir av landingunum.
Tí er tað ikki bara inni á virkjunum, at nógv hevur verið at tikist við hesa vikuna, men so sanniliga eisini úti á bryggjuni á Sandi.