Nógvur bátar í Nólsoyarfirði – men tað er ikki grind

Løgreglan heitir á óviðkomandi bátar um at halda seg burtur

Seinnapartin í dag verða nógvir bátar at síggja í Nólsoyarfirði. Og so verða fólk kanska væntin og halda, at nú er grind – men so er ikki. Løgreglan sigur á Facebook, at tað eru upptøkur til sjónvarpsrøðina, Trom, sum fara fram í Nólsoyarfirði nú seinnapartin.

Løgreglan sigur, at talan verður um upptøkur, har tað líkist grindadrápi. Men tað er ikki grindadráp og tí loysir tað seg ikki at fara í bátin og stima út. Tvørtur ímóti heitir løgreglan á óviðkomandi bátar verða bidnir um at halda seg burtur.