Hagtøl hjá kinesisku heilsumyndugleikunum vísa, at seks prosent av øllum nýføðingum hava eitt ella annað likamligt brek. Eitt nú hava børn fleiri enn tíggju fingrar ella fleiri enn tíggju tær.
Hagtølini vísa, at talið á kinesiskum børnum, sum koma í heimin við einum ella øðrum likamligum breki, er vaksið 40 prosent síðani 2001. Ein orsøk til tann stóra vøksturin er sambært myndugleikunum, at hagtalsskipanin er batnað munandi tey seinastu árini, og at foreldur eru vorðin raskari at boða heilsumyndugleikunum frá, um tey fáa barn við breki.
Men Kina er millum tey mest dálkaðu samfeløgini í heiminum, og tann stóri búskaparligi framburðurin tey seinnu árini hevur avleiðingar við sær. Harafturat hava myndugleikarnir ikki lagt nóg stóran dent á, at tað er neyðugt at verja umhvørvið. Kolið er framvegis tann týdningarmesta orkukeldan í Kina, og fleiri nýggj kolorkuverk eru tikin í brúk tey seinastu árini. Tað krevur, at námsvinnan verður útbygd, og í økjum við kolanámsvinnu eru jørðin og áirnar illa dálkað. Tað er eisini í hesum økjunum, at tey flestu børnini við likamligum breki verða fødd, siga heilsumyndugleikarnir.
Ein uppgerð hjá ST sigur, at 16 av 20 teimum mest dálkaðu býunum í heiminum eru í Kina, og ein kinesisk kanning fyrr í ár vísti, at bara 38 prosent av teimum 585 býunum í landinum lúka altjóða krøv um reina luft.