Hvussu bara tað til, at næmingarnir ikki vórðu kunnaðir um tann fyrra skottilburðin fyrr enn tríggjar tímar aftaná, hví gjørdi leiðslan ikki av at koyra næmingarnar út úr skúlanum, og hvussu bar tað til, at løgreglan kendi seg vísa í at hava tikið byrsumannin.
Amerikanska fólkið vil hava svar upp á fleiri spurningar, sum hava verið frammi í fjølmiðlunum aftan á tilburðin, har ein 23 ára gamal lesandi myrdi 32 fólk og særdi fleiri enn 20, áðrenn hann tók lívið av sær.
New York Times skrivar í dag, at løgreglan í Virginia helt seg hava funnið drápsmannin, stutt eftir at tey bæði fyrstu fólkini vóru skotin. Ikki fyrr enn skotini byrjaðu aftur, skilti løgreglan, at hon hevði tikið skeivan mann. Men tá var ov seint.
Guvernørurin í Virginia, Timothy M. Kaine, segði í gjár, at eftir áheitan frá skúlastjóranum hevði hann gjørt av at seta eina nevnd at kanna tað, sum hendi á tekniska háskúlanum,
-Her eru nógvir spurningar, sum mugu fáa svar, segði guvernørurin.