Nógvir nýggir BMW

BMW koma við nógvum ymiskum nýggjheitum komandi árini sum t.d. BMW X6, sum kemur á marknaðin síðst í apríl, og X4 sum eftir ætlan kemur í 2010

Ein av spennandi nýggjheitunum hjá BMW er X6, ið er ein sonevndur SAV (Sports Activity Coupé), ein blandingur millum SUV og coupé. Hesin kemur afturat núverandi X-familjuni hjá BMW, X3 og X5.


X6 verður m.a. at fáa við 4,4 litra V8-bensinmotori við dupultari turbo, beinleiðis High Precision innspræning við 407 hk og botntrekki upp á 600 Nm. Eisini verða 6 syl. motorar á skránni. X6 hevur xDrive 4x4 skipan og Dynamic Performance Control, sum tryggjar bilinum stabilitet og drívmegi undir øllum koyriumstøðum.


BMW X6 kemur á amerikanska marknaðin í apríl og á evropeiska marknaðin siðst í mai 2008. Ein annar spennandi BMW sum arbeitt verður við er X4, sum kemur á marknaðin um eini tvey ár.