Nógvir møguleikar við Skálafjarðartunlinum

Sambært valfundi í Runavík mánakvøldið halda allir flokkar á tingi, at Skálafjarðartunnilin eigur at koma - og ongantíð ov skjótt Mánakvøldið skipaðu Tjóðveldi og Miðflokkurin fyri valfundi í Ítróttarhøllini í Runavík. Evnið var ?Skálafjarðartunnilin ? fyrimunir og vansar?. Umframt umboð fyri politisku flokkarnar, vóru eisini Dávur Reinert Hansen, tekniskur stjóri í P/F Skálafjarðatunlinum og Gilli Trónd, býarfrøðingur og geografur, sum høvdu hvør sína framløgu.

Gilli Trónd segði, at nógvir fyrimunir eru við, at eitt privat felag sleppur at fremja verkætlanina við Skálafjarðartunlinum. Tá liggur váðin á privatum hondum, og slíkar verkætlanir ovurhita ikki almenna búskapin á sama hátt. Hinvegin sær hann eisini stórar møguleikar í, at tað almenna byggir tunnilin yvir 5 ár við 200 miljónum krónum um árið. Tá fær landskassin í staðin eitt nýtslugjald í 25 ár, sum er einar 2,65 miljardir krónur eftir avskrivingar.

- Peningurin fyri nýtslugjald kundi verið nýttur til høvuðsveg millum Tórshavn og Klaksvík ? við tunli millum Skálafjørð og Kambsdal, undirsjóvartunnil í Sandoynna, altjóða flogvøll, stovningarfæ til eitt burðardygt universitet á altjóða støði ? og til aðrar útbyggingar av føroyska samfelagnum. Ein slík peninganøgd røkkur langt, legði Gilli Trond aftrat.

Øll politisku umboðini søgdu seg á valfundinum taka fult undir við, at Skálafjarðartunnilin verður bygdur, og flestu umboðini løgdu eisini dent á, at tunnilin eigur fyrsta prioritet eftir løgtingsvalið og skipan av nýggjum landsstýri.