Av teimum ellivu HB monnunum, sum vóru á vøllinum frá fyrsta bríksli móti FS Vágum, vóru bara fýra fastir menn á liðnum í fjør. Men avrikið boðaði frá, at gamli HB stílurin longu nú er meiri sjónskur, enn hann var í fjør.
Teir á heimaliðnum løgdu nógva orku í at varðveita bóltin og at brúka breiddina á vøllinum. Viðhvørt eydnaðist tað, og aðrar tíðir eydnaðist hetta minni væl.
HB myndaði eina røð av vandamiklum støðum frammanfyri málinum hjá FS Vágar. Støðurnar stóðust av gjøgnumbrotum í síðunum og innleggum. Tað gekk kortini striltið at fáa mál. Hetta komst fyri ein part av, at Bárður Mortansson (hóast hann ikki er serliga stórur, so er hann sera vandamikin í høvuðsspælinum) var óheppin við fleiri stútarum, og fyri ein part av at litaviski málverjin hjá vágamonnum er so sera tryggur og harvið álitisskapandi.
Málini
Tað sást væl, at tað darvaði HB spælararnar ikki so lítið, at teir ikki fingu mál burtur úr stóru leikligu yvirvágini.
Vágaliðið var ikki komið í Gundadal at undirhalda. Teir hildu nógv fólk aftarlaga á vøllinum, meðan teir lúrdu eftir møguleikanum at fara í snarálop, og tá hálvur tími var farin, eydnaðist tað teimum ? kanska var tað í fyrstu royndini móti málinum ? at fáa mál. Miðvallarin Hannus Olsen lyfti fríspark úr vinstru í brotsteigin, Hallur Danielsen stútaði yvir í hitt borðið, har ein av ungu vágamonnunum, Tór?Ingar Akselsen, lyfti inn fyri aftur, og eftir eitt sindur av aftur og fram høgdi toppskjúttin í 2. deild í fjør, Birgir Joensen, bóltin í málið.
Málið var hvøkkur fyri HB, og fyri teir var tað sera týdningarmikið, at vágamenn gloymdu at fáa armarnar niður aftur. Í minuttinum eftir fyrsta málið javnaði HB. Vágaverjan var óansin, tá Símun Eliasen legði innfyri úr vinstru, og millum tríggjar mótstøðumenn tveitti Bárður Mortansson seg fram og stútaði í kassan.
Møguleikar vóru báðar vegir. Kanska hevði eitt úrslit sum t.d. 7?3 til heimaliðið ikki verið av leið, men tað kom bara eitt mál afturat. Tað skoraði Símun Eliasen, tá tað restaði eitt korter, og talan var um eitt gott mál. Miðvallarin í vinstru fekk bóltin frammanfyri mistrikuna, sneiddi tveir menn av sær og smekkaði upp í síðunetið úr fimtan metra fjarstøðu.
Fleiri skaðar
Hjá HB er tað sjálvandi eitt sindur ørkymlandi, at fyrsti málverji, Bárður Johannesen framvegis er skaddur. Danny Rasmussen fær royndir við at spæla í steypakappingini, men tað verður ivaleyst eitt afturstig, um Bárður Johannesen ikki verður tøkur, tá tað verður farið undir landskappingina.
Hjá vágamonnum var tað stórur smeitur í 2. hálvleiki, tá stinni verjugeneralurin, Darius, noyddist at taka seg av vøllinum. Birgir Joensen noyddist at fara út í 2. hálvleiki, og tá miðvallarin, Bakus, ikki var við, tí hann var skaddur í fótinum, sigur tað seg sjálvt, at tað sást væl aftur.
HB: Danny Rasmussen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Florin Miháescu, Janus M. Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Gheorge Ciurea, Símun Eliasen ? Jón Rói Jacobsen, Bárður Kortansson
FS Vágar: Remi Migisionis ? Heðin Joensen, Darius Magdisauskas, Zilvanius Zudys, Jack Johansen ? Sonni Johansen, Hannus Olsen, Albert Ari Thomassen, Tór?Ingar Akselsen ? John Johansen, Birgir Joensen









