Nógvir møguleikar at troyta

Tað ber væl til at framleiða streym við alduorku í Føroyum, men av tí at alt enn er á royndarstøði, er framleiðslukostnaðurin heldur høgur. Hetta er niðurstøðan av eini kanning av alduorku við Føroyar, sum oljufelagið Agip hevur fíggjað

Seinasta árið hevur verkfrøðingurin Signar Heinesen frá Data Quality staðið fyri einum arbeiðsbólki, sum hevur kannað møguleikarnar fyri at gagnnýta alduorku í Føroyum. Kanningin er nú liðug, og úrslitið lagt fram á tíðindafundi. Luttakararnir í hesi kanning hava verið frá Agip, Wavegen, Data Quality, Landsbyggifelagnum og SEV.
Oljufelagið Agip hevur latið eina millión krónur til kanningina, og er hetta ein partur av teimum tíggju milliónunum, sum oljufelagið hevur bundið seg til at lata til førleikamenning í Føroyum.

Eiði og Søltuvík
Kanningin vísir á tveir hættir at framleiða streym frá alduorkuni kring Føroyar. Annar mátin er at stoypa eina støð, sum munnar nakað út í sjóvarmálan. Lufttrýstið frá aldunum setir síðani gongd í turbinurnar. Hin hátturin er at spreingja tunlar inn í bergið og seta turbinur upp inni í tunlunum.
Kanningin vísir á tvey áhugaverd øki í Føroyum, har royndarstøðir kunnu setast upp. Hetta er á Eiði og í Søltuvík.
Kanningin vísir á møguleikan at stoypa eina støð nær Mølini á Eiði. Hendan er av tí slagnum, sum munnar út í sjóvarmálan. Tað er tó sera trupult at byggja eina slíka støð á einum útsettum stað. Samstundis sum brimið skal gagnnýtast, er tað ein meinbogi.
Hetta fekk limirnar í arbeiðsbólkinum at hugsa um aðrar møguleikar, og skotið varð upp at bora tunlar í berginum. Í kanningini verður upp til at bora tunlar millum Søltuvík og Salthøvda á Sandoynni.
Kanningin ger sær eisini eina meting av, hvussu nógv slíkar støðir fara at kosta. Støðin á Eiði kostar umleið 10 milliónir krónur at byggja og mett verður, at hon kann framleiða 800.000 kilowatt tímar um árið. At bora tunlarnar í Søltuvík fer sambært kostnaðarmetingini at kosta umleið 17 milliónir krónur, og hetta verkið kann framleiða 1.300.000 kilowatt tímar um árið.
? Hetta eru ikki tær heilt stóru upphæddirnar vit tosa um, og tí kundi tað verið áhugavert hjá Oljumálaráðnum og SEV at kanna hesar møguleikar nærri, sigur Signar Heinesen.
SEV og Oljumálaráðið fara í næstum at viðgera úrslitini av kanningini og finna fram til, um hesar royndir skulu stimbrast ella jarðast. Tað fara tó at ganga fleiri ár, áðrenn ein slík verkætlan kann setast í verk.
Kostnaðurin at framleiða streym við alduorku er hægri enn at framleiða streym við vatnorku, sum vit nýta nógv nú. Vatnorkan telur umleið 40 prosent av samlaðu nýtsluni í Føroyum.
? Vit skulu minnast til, at hetta enn er á royndarstøði, og tí kanst tú ikki samanbera kostnaðin av hesum báðum, sigur Signar Heinesen, og hann leggur afturat, at enn er tað einki, sum sigur, at hetta ikki ber til.

Trupulleikar við alduorku
Felagið Wavegen í Skotlandi, sum granskar nógv í alduorku, hevur verið við í hesi verkætlanini. Wavegen fær granskingarpening frá ES til sínar royndir.
Bara eitt alduorkuverk er í øllum heiminum í løtuni, og tað er á oynni Islay í Skotlandi. Hetta er tað næsta alduorkuverkið, sum Wavegen hevur sett upp har. Trupulleikar eru tó við verkinum, sum ikki framleiðir nóg støðugt, tí tað liggur á ov grunnum vatni.
At framleiða streym við alduorku er tí enn á byrjunarstøði, og allar royndir við hesi orku kunnu vera virðismiklar hjá granskarum í framtíðini.