Tað gongur einki serligt at fáa dystarvenjing hjá føroysku landsliðsspælarunum í Danmark.
Um eina góða viku skulu Føroyar spæla á heimavølli ímóti Italia. Hóskvøldið var fult umfar í bestu og næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Fimm av spælarunum, sum eru boðsendir til landsdystirnar ímóti Italia og Skotlandi, eru knýttir at feløgum í tveimum teimum bestu donsku deildunum.
Bara ein teirra fekk fulla spælitíð hóskvøldið. Tað var Atli Danielsen í Frem. Andrew av Fløtum í Fremad Amager var á vøllinum í einar 25 minuttir.
Christian Lamhauge Holst, sum hevur verið drúgvur í ár, var ikki á vøllinum, tá ið Lyngby á heimavølli spældi 1-1 ímóti botnliðnum HIK. Christian er darvaður av skaða, sum hann fekk síðsta sunnudag, tá ið Lyngby spældi ímóti SønderjyskE.
Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen vóru ikki á vøllinum, tá ið AaB í uppgerðini á útivølli ímóti FCM um silvurkrónurnar tapti 2-1. Jón Rói sat á beinkinum alla tíðina.
Súni Olsen var ikki í AaB hópinum. Súni hevur verið darvaður av vøddaskaða í fleiri vikur og hevur tískil ikki spælt.
2. hvítusunnudag verður síðsta umfar í superliguni og fult umfar í næstbestu deildini í Danmark.