Løgmálaráðið í Oslo hevur sett statsadvokatin Arne Willy Dahl at kanna viðurskiftini hjá teimum, sum eru undir illgruna fyri at hava framr krígsbrotsverk, áðrenn tey so eru komin til Noregs at fjala seg. Hann skal samstundis manna eitt serligt løgreglulið, sum skal fara til arbeiðis í februar næsta ár.
Statsadvokaturin er ikki í iva um, at har er nógv at kanna, og sjálvur sigur hann við Aftenposten, at tað ivaleyst eru fleiri hundrað útlendingar í Noregi, sum eru sekir í krígsbrotsverkum aðrastaðni.
Í fyrsta umfari er ætlanin at kanna fólk, sum eru komin til Noregs úr londunum í gamla Jugoslavia, serliga úr Bosnia og Kosovo, men ætlanin er eisini at kanna viðurskiftini hjá teimum, sum eru komin úr afrikanska landinum Rwanda, og sum kunnu hava verið uppi í fólkamorðinum har frá 1991 til 1995.
Uttanríkisráðið í Oslo hevur upplýsingar um útlendingarnar, sum eru í Noregi, og statsadvokaturin skal nú kanna tey. Men tað er ikki løtuverk, tí talan er um skjøl, sum viðvíkja fleiri túsund útlendingum, skrivar Aftenposten. Sambært Arne Willy Dahl er tað ikki óhugsandi, at umleið eitt hálvt prosent av teimum fremmandu eru sek í krígsbrotsverkum.