Nógvir fyrimunir við at taka folinsýru

Heilsumyndugleikarnir mæla til, at kvinnur við barn og kvinnur, sum ætla sær at gerast við barn, taka ískoyti av folinsýru. Ískoyti hevur nevniliga víst seg at minka um viðfødd brek hjá nýføðingum. Gransking vísir, at tað eru enn fleiri fyrimunir við slíkum ískoyti, eisini fyri menn

Vilmund Jacobsen

Í Evropa eru nakrar túsund føðingar um árið, har nýføðingar antin eru deyðir - ella hava lívshóttandi brek í heila ella mønu.
Gransking í USA bendir á, at luftdálking kann hava havt ávirkan á slík brek, tí kvinnur, sum búgva í økjum við stórum nøgdum av kolsúrevni ella køvievni í luftini eru í næstan tvífalt so stórum vanda at føða børn við lívsdóttandi brekum, sum kvinnur, ið búgva í økjum við lítlari luftdálking.

Málmenning
Síðan miðskeiðis í áttatiárunum hevur vísundin vitað, at kvinnur, sum taka ískoyti av folinsýru í gitingartíðarskeiðnum, eru í nógv minni vanda at føða børn við breki. Haraftrat vísir gransking, at børn, fødd av kvinnum, sum hava tikið ískoyti, málmennast skjótari.
Kanningarúrslit vísa eisini, at børn, fødd av kvinnum, sum taka folinsýruískoyti, eru í nógv minni vanda fyri at gerast autistar.

Eisini menn
Sambært lutfalsliga nýggjari gransking í Danmark bendir nógv á, at menn eisini fáa nakað burtur úr at taka ískoyti av folinsýru. Eitt nú minkar vandin at fáa prostatakrabba við 12%.
Lagt verður aftrat, at vantandi folinsýra í kroppinum merkist ikki í gerandisdegnum, um undirskotið av folinsýru ikki er so stórt. Hinvegin merkist eitt stórt undirskot av sýruni sum eitt nú troyttleiki, svøvntrupulleiki, miss av hári, magatrupulleikar og trupulleikar við húðini.

Fylgja ikki ráðum
Tað eru serliga eldri fólk, sum kunnu hava ov lítið av folinsýru, kvinnur sum taka p-bollar og kvinnur sum hava ein niðursettan nýra-ella livurvirknað.
Í Danmark fylgja færri enn 20% av kvinnunum almennu tilmælunum um at taka tilskot av folinsýru.
Tilmælt verður at taka 400 mikrogramm um samdøgnið, og onkrir granskarar mæla til tað tvífalda.