Nógvir fátækir kinesarar

Tað eru ikki allir kinesarar, sum fáa ágóða av tí stóra vøkstrinum í kinesiska búskapinum. Sambært Reuters hevur ráðharrin Li Xueju sagt, at umleið 26 milliónir kionesarar liva á fátækramarkinum, og at teir forvinna minni enn 550 krónur um árið. Harafturat koma aðrar 50 milliónir, sum bara forvinna ímillum 550 og 800 krónur um árið.

Kinesisku myndugleikarnir hava fyrr viðgingið, at gjógvin ímillum rík og fátæk er breiðskað tey seinastu árini, og tað hevur elvt til ófrið nógvastaðni í landinum, skrivar Reuters.