Skattur og avgjald
? Øll tey mongu, sum hava lágar inntøkur, fáa lítið og onki burturúr einum skattalætta. Vildi samgongan av álvara lætt um hjá teimum lágløntu, skuldi hon heldur tikið oljuavgjaldið av.
Tað heldur IngeborgVinther, forkvinna á Føroya Arbeiðarafelag.
Hon mælir sostatt samgonguni til at taka oljuavgjaldið av, heldur enn at seta ætlaða skattalættan í gildi.
Ingeborg Vinther sigur, at oljuavgjaldið vendir avgjørt tann tunga endan niðureftir, tí tey, sum forvinna 150.000 - 200.000 krónur um árið, hava nógv verri ráð til at betala oljuavgjald, enn tey, sum forvinna eina hálva millión.
Hon vísir eisini á, at oljan er blivin sera dýr. Hon er nú omannfyri 4,50 krónur fyri liturin. Oljuavgjaldið er heili 80 oyru fyri liturin.Varð oljuavgjaldið tikið av, hevði prísurin á olju sostatt komið niður á 3,70 krónur fyri liturin. Og tað er rættiliga stórur munur, tí sostatt høvdu fólk spart 800 krónur uppá ein vanligan oljutanga upp á 1000 litrar.
Sita køld í vetur
Ingeorg Vinther sigur, at hetta hevði verið ein ovurhonds stórur lætti hjá einum vanligum húski, tí oljan er nú so dýr, at hon er blivin ein veruligur trupulleiki at betala.
Samstundis er arbeiðsloysið alsamt veksandi, ikki minst í fiskivinnuni á landi, har ein stórur partur av limunum í verkamannafeløgunum arbeiða.
Hon vísir eisini á, at stuðulin, sum fæst úr ALS, er altíð roknaður eftir inntøkuni seinastu 12 mánaðirnar.
So hvørt, arbeiðsloysið veksur, minkar inntøkan og sostatt eisini útgjaldið úr ALS, og tað eru mong, sum fáa minni enn 50 krónur um tíman frá ALS og tað kann ongin liva fyri.
Men Ingeborg Vinther hevur eisini hoyrt dømi um fólk, sum fáa undir 20 krónur um tíman frá ALS og enntá undir 10 krónur um tíman.
? Í Føroya Arbeiðarafelag frætta vit av og á um húski við lágum lønum, sum als ikki hava ráð til at fylla sær tangan. Og tað er ongin ivi um, at nú veturin verður yvir okkum og tað er veruliga brúk fyri varma, verða tað mong, sum rætt og slætt koma at sita køld, tí tey hava ikki ráð til at keypa olju, nú hon er so dýr.
?Og hugsa vit um pensjónstarnar, fáa teir ikki stórt meiri í pensjón enn fyri ein góðan oljutanga um mánaðin.
? Tí heita vit staðiliga á samgonguna um at strika oljuavgjaldið, tí tað hevði muna nógv meiri hjá húskum við lágum lønum enn ein smávegis skattalætti ger.
? Og nú oljuprísurin er methøgur, og veturin er yvir okkum, er akkurát stundin komin til at taka oljuavgjaldið av, sigur Ingeborg Vinther
Leggjast kann afturat, at samgongan ætlar at lata einar 60 milliónir í skattalætta næsta ár og tað er áleið tað sama, sum oljuavgjaldið er.