Umleið 90 prosent av teimum 16-64 ára gomlu føroyingunum eru á arbeiðsmarknaðinum og tað er met í norðurlendskum høpi. Eisini fara føroyingar seint av arbeiðsmarknaðinum. Næst okkum koma íslendingar við umleið 85 prosentum, meðan 69 prosent av finnunum eru á arbeiðsmarknaðinum.
Tað, at vit hava norðurlendskt met av teimum sum eru á arbeiðsmarknaðinum, sæst eisini aftur í hagtølunum sum vísa prosentpartin av pensjónistum í teimum ymsu aldursbólkunum. Føroyingar fara seint av arbeiðsmarknaðinum í mun til grannar okkara. Føroyingar í lægra endanum í teimum ymsu aldursbólkunum, sum fara á pensjón og í aldursbólkinum 65-66 ár liggja vit á einum greiðum síðstaplássi. Í norðurlendskum høpi hara finnar tíðliga á pensjón.
Í mun til hini norðurlondini eru ikki so nógvir finnar í vinnu og teir sum eru í vinnu fara fyrr á pensjón mun til somu aldursbólkar í grannalondunum.










