Teir smærru útróðrarbátarnir vóru úti í gjár, men sum skilst var ongin fiskur at fáa, skrivar bkv.fo. Tað frættist eisini frá teimum størru línubátunum at lítið er at fáa undir Føroyum. Nakrir royna suður av Munkagrunninum og vestanfyri Mykines. Tað er komið lítið av fiski upp hesa seinastu tíðina.