Nógvir avtalaðir fundur avlýstir

Travel Mart

 

Tað er felagsskapurin NATA (North Atlantic Association), sum stendur aftanfyri ferðavinnustevnuna Vestnorden Travel Mart, og nú stevnan varð hildin í Keypmannahavn, varð havt á lofti, at NATA helst eigur at fáa sær eina skrivstovu, sum kann taka sær av teimum uppgávum, ið fylgja við einum so stórum tiltaki og eini so stórari uppgávu, sum felagsskapurin hevur.

Sum nevnt aðrastaðni, vóru tað keyparar, sum hesaferð settu dagsskránna, soleiðis at skilja, at tað vóru keyparar, sum lótu NATA vita, hvørjar útbjóðarar tey høvdu hug at hitta á stevnuni.

Men tað vóru minni enn so allir útbjóðarar, sum møttu upp á Vestnorden Travel Mart.

Ein av føroysku útbjóðarunum, sum vóru við, sigur við Sosialin, at tey høvdu avtalu um fleiri enn 30 fundir, men at helmingurin av teimum, tey sambært skránni skuldu tosa við, møttu ikki upp.

- Hetta er nokso keðiligt, tí vit vistu ikki av hesum frammanundan. Høvdu vit vitað, hvørjir møttu – og hvørjir ikki ætlaðu sær at møta, kundu vit brúkt tíðina betri við at gjørt eitt research-arbeiði, meðan vit kortini bíðaðu eftir keyparum. Soleiðis mistu vit nógva tíð, meðan vit bara bíðaðu til næsta avtalaða fund, sum kortini datt niðurfyri, sigur føroyski seljarin.

Hann heldur, at tað átti at borið til at fingið neyvari at vita, hvørjir keyparar koma, og hvørjir ikki koma.

- Tað er eisini ein spurningur, um ikki onkur seljari kanska hevði sett seg aftur, um tey vistu, at so nógvar frámeldingar vóru, leggur hann aftrat.

Ymiskar meiningar eru kortini um, hvussu Vestnorden Travel Mart eydnaðist, nú stevnan hesaferð varð hildin á stóra Scandic Copenhagen.

Sosialurin hitti eisini fleiri nøgdar seljarar og keyparar – og eisini teir, sum hildu, at tað ongan týdning hevur, um stevnan varð hildin í Keypmannahavn ella í Nuuk, nú Grønland átti stevnuna hesaferð.