Nógvar milliónir sóu McCain og Obama

Amerikanska forsetavalstríðið er eftir øllum at døma gott sjónvarpstilfar. Í hvussu er vísa hyggjarakanningar, at 38,3 milliónir amerikanarar sótu framman fyri sjónvarpinum, tá Barrack Obama helt røðu á landsfundinum hjá demokratunum, og at 38,9 milliónir fólk sóu John McCain halda røðu á landsfundinum hjá republikanarunum. Á hesum fundi helt Sarah Palin, varaforsetaevni, sína fyrstu røðu fyri amerikanska almenninginum, og hana sóu 37,2 milliónir amerikanarar.

Hóast McCain sostatt hevði heldur fleiri hyggjarar enn Obama, so benda meiningakanningarnar framvegis á, at Obama stendur heldur sterkari ímillum veljararnar. Á landsfundinum segði McCain, at tað er ikki so avgerandi, hvør vinnur meiningakanningarnar. Tað avgerandi er, hvør vinnur tann 4. novembur, segði hann.