Irakar í túsundatali eru á veg til høvuðsstaðin Bagdad at taka lut í mótmælisgongum ímóti korrupsjón, arbeiðsloysi og vantandi vælferðartænastum. Sum skilst eru eisini mótmælisgongur í býunum Najaf og Basra.
Fyri átta døgum síðani vóru mótmæli víða um landið, har fólk kravdu, at forsætisráðharrin, Nuri al-Maliki, skal gera eftir krøvunum frá teimum mótmælandi innan 100 dagar ella leggja frá sær.
Útlendskar tíðindastovur skriva úr Bagdad í dag, at mótmælisfólkini ganga við skeltum, har tað stendur, at al-Maliki er lygnari. Summi bóru skelti við orðunum ?Oljan er til alt fólkið og ikki bara til tjóvarnar:?
Higartil hava mótmælini gjørt, at tríggir guvernørar har suðuri í landinum eru farnir frá, og borgarstjórin í Bagdad hevur sagt seg úr embætinum.