Nógvar heimaføðingar í mun til undanfarin ár

Men forkvinnan í Ljósmøðrafelagnum heldur tað er ringt at siga hví so er

Meðan man í Danmark seinnu árinin hevur sæð eitt rák, har alsamt fleiri kvinnur velja at eiga heima hjá sær sjálvum, so er tað í Føroyum enn ein sterk siðvenja fyri at eiga á sjúkrahúsi. Sambært seinastu hagtølunum hjá landslæknanum áttu 98,8 av øllum føroyskum kvinnum á sjúkrahúsi í fjør.


Tilsamans vóru tað átta kvinnur, ið ikki áttu á sjúkrahúsi. Av hesum vóru tað seks kvinnur, ið áttu heima, meðan tvær teirra áttu í sjúkrabili á veg til sjúkrahúsi.


Sostatt er talan um serstakligar fáar kvinnur, ið ikki áttu á einum sjúkrahúsi, men talan er kortini um ein vøkstur, tí hetta er fyrstu ferð, at talið av føðingum á sjúkrahúsunum er lægri enn 99 prosent.


Annika Hoydal, forkvinna í Ljósmøðrafelagnum, upplýsir, at hóast seks heimaføðingar ikki er serliga nógv, so er tað høgt fyri Føroyar, og at tað kundi verið hægri.


- Tað vóru fleiri barnakonur, ið ætlaðu at eiga heima, men reglarnar eru rættiliga strangar, so summar kundu ikki kortini. Men seks heimaføðingar er nógv í mun til tað, ið hevur verið onnur ár, tá tað hava verið ein ella ongar heimaføðingar, upplýsir Annika Hoydal.


Rætt til hjálp
Tá ið hon nevnir reglarnar, sipar hon til, at um tann minsti illgruni er um, at nakað sum helst vandi er á ferð, so verða barnakonur fluttar á sjúkrahús. Lógin staðfestir tó, at barnakonur hava rætt til ljósmøðrahjálp óansæð hvar tær eru staddar.


- Ein kvinna hevur rætt til ókeypis ljósmøðrahjálp. Tað vil siga, at um hon er uppi á Slættaratindi og ringir um hjálp, so eigur hon at fáa hjálp. Treytin er tó, at man er frísk, og um tað er tann minsti illgruni um vanda fyri mammu ella barn undir føðingini, so verða tey flutt á sjúkrahús, upplýsir fakfelagsleiðarin og leggur afturat.


- Tí er tað, at sjálvt um man leggur til rættis at eiga heima, so eru tað umstøður, har ætlanin verður broytt, tí eingin ynskir at gera nakað vandamikið. Hetta ger seg serliga galdandi, tá barnakonur ganga yvir ella annað er á vási. Tí vit taka ongan kjans.


Spurd um hvussu trygt tað er at eiga heima, vísir hon á, at um hugt verður eftir samlaðu granskingini gjøgnum árini, so verður mett, at tað er eins trygt at eiga heima sum á sjúkrahúsi. Men tá er talan um tí treyt, at kvinnan er frísk.


- Kanningar vísa, at fyri eina fríska kvinnu, so er tað eins trygt at eiga heima sum á sjúkrahúsi, um atlit verður tikið fyri, at viðkomandi kann flytast á sjúkrahús, um okkurt er á vási, sigur Annika Hoydal.


Kenna hvønn annan
Tíðarritið Ugeskrift for Læger kundi fyrr í ár staðfesta, at talið av heimaføðingum í Danmark nærum trífaldaðist frá 2013 til 2016. Í 2013 vóru 675 børn borin í heim í donskum heimum, meðan talið í 2016 var 1.718.


Forkvinnan í Ljósmøðrafelagnum vísir á, at tað kunnu vera ymiskar orsøkir til, at man ikki sær sama vøkstur í Føroyum sum í Danmark.


- Støðan í Føroyum er, at vit hava eitt lítið sjúkrahús og tey flestu kenna tær ljósmøður, ið eru. Í øðrum londum sæst eitt rák, ið kann botna í tí, at sjúkrahúsini eru so stór, fremmandgjørd og barnakonur verða koyrdar heim beinanvegin, sigur Annika Hoydal og vísir á, at tað eisini eru summir sosialir bólkar aðrastaðni, ið als einki samband ynskja við tað almenna, og tí heldur ikki vilja eiga á sjúkrahúsum.


Viðvíkjandi tí vøkstri, ið var í 2017, vísir hon á, at tað er ov tíðliga at staðfesta, um talan er um ein tilvildarligan vøkstur ella um tað er eitt rák, men vísir á, at serliga umstøður gjørdu seg galdandi í fjør.


- Eg havi varhugan av, at alt stríðið á føðideildini, tá fleiri ljósmøður blivu sjúkrameldaðar, gjørdi at fleiri ynsktu at eiga heima, tí tey hildu tað vera so rokaligt á sjúkrahúsinum. So tað kann vera ein serstøða, ið er orsøkin til vøksturin, vísir Annika Hoydal á.