Stormurin, sum í løtuni fer yvir landið, hevur við sær nógvar avlýsingar og útsetingar.
Ein stórur partur av fótbóltinum, sum skuldi spælast í dag, er avlýstur ella útsettur til seinni.
Loppumarknaðurin, sum skuldi vera í Reinsarínum og á Perlutorginum í dag, er eisini útsett í óásetta tíð.
Hundaeigarafelag Føroya skipar fyri hundaframsýning í Hoyvíkshøllini í dag. Hon skuldi eftir ætlan byrja klookkan 9 í morgum, men er vegna veður útsett til á miðdegi.
Smyril sigldi ikki av Havnini í morgun og tí slapp sirkus Baldoni ikki suður. Teir skuldu hava eina framførslu har suðuri í dag, men hon er í staðin flutt til mánadagin 12. septembur. Hetta merkir so, at framførslan í Vestmanna er avlýst. Vestmenningar mugu tí leita sær til Havnar, Kollafjarðar ella onkra aðrastaðni, um teir vilja í sirkus.
Leið 100, 300, 400 og 700 hjá Bygdaleiðum koyra ikki fyribils vegna veður, meðan eingin sigling er út í Hest fyribils.