Nógv virksemi við Kósabrúnna í Klaksvík

Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík hevur landað fleiri skip hesa vikuna, og aftur í morgin koma skip til landingar. Nógv virksemi er á bryggjuni slíkar dagar, tá bæði línuskip, trolarar og okkurt snelluskipið kemur aftur av túri

Fiskivinna

 

Tað var nógv lív í framvið Kósabrúnni, tá vit hugdu fram við í morgun.

Fleiri skip lógu og landaðu.

Menn stóðu á dekkinum og stýrdu kassum og kørum upp úr lastini, og niðri á bryggjuni tóku aðrir ímóti, samstundis truckarnir koyrdu aftur og fram eftir bryggjuni.

Innastur við Kósabrúnna lá snellubáturin Norðsøki, og ytstur lá línubáturin Gullberg.

Ímillum hesar báðar lógu bæði línubátar og trolarar, sum fólk hjá Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík landaðu hesa løtu.

 

Línubátarnir

Gullberg hevði eini 30.000 pund, Kvikk, sum lá næstur honum, hevði eini 50.000 pund, og síðan høvdu Fugltúgvan og Grani ávikavist 40.000 og 50.000 pund hvør.

Í morgin koma Jákup B og Klakkur inn at landa.

Jákup B hevur eini 50.000-60.000 pund, men tá vit frættu í morgun, vistu tey ikki rættiliga, hvussu hesin túrurin hevur vignast hjá Klakki.

Ågot landaði undan Føroyum í gjár. Teir høvdu ein hampiliga góðan túr, men besta túrin hevði Núpur, sum eisini landaði í gjár.

Núpur hevur roynt undir Íslandi, og nú teir løgdu veiðina upp í gjár, høvdu teir 142.000 pund á 12 setum.

 

Trolararnir

Í dag hevur Landingarmiðstøðin í Klaksvík eisini landað tveir trolarar.

Fjalshamar og Nónhamar høvdu umleið 100 kør í part, sum er eini 120.000 pund tilsamans.

Í gjár landaði eisini ein trolari í Klaksvík. Tað var Sancy, sum hevði umleið 120.000 pund.