Hóast hann telist millum elstu peningastovnar í ríkinum, er Føroya Sparikassi ein nýmótans fyritøka og ómetaliga nógv annað og meira enn bert ein peninga-stovnur.
Við møguleikanum at virka sum banki frá 1994 og skiftinum frá ábyrgdarsparikassa til partafelag í 2002 hava fáar forðingar staðið í vegi Sparikassans. Tí hevur fyritøkan ment seg á flestum økjum tey seinnu árini.
Privatkundaøkið og serliga sethúsafígging var høvuðsøkið fyri 10 árum síðani, men í dag er Sparikassin ein týðandi fígg-ingarveitari innan føroyskt vinnulív við fjøltáttaðum vinnu- og virðisbrævatæn-astum. Vinnuligu útlánini eru tí nógv økt, men sam-stundis hevur fyritøkan meira enn helvtina av føroyska privatkundamarknaðinum í sínum parti.
Sparikassin hevur tikið fleiri stór stig til at bøta um fíggjarliga undirstøðukerv-ið í Føroyum, so møguleikarnir at fáa fíggjarligar tænastur her skulu vera eins góðir og uttanlands. Sjálvur hevur Sparikassin stovnað húsameklarafelagið Inni og saman við øðrum fingið á føtur virðisbrævameklarafelagið P/F Kaupthing Føroyar, venturefelagið P/F Notio og íbirtingarfelagið P/F Set. Fyritøkan hevur eisini havt ein virknan leiklut í sambandi við Virðisbrævamarknað Føroya, ið væntandi fær fyrstu fyri-tøkuna skrásetta í ár.
Seinastu árini hevur Sparikassin gjørt íløgur uttanlands. Føroyar eru ein avmarkaður marknaður, og tí er tað ein avbjóðing at renta tann stóra eginpeningin nøktandi í Føroyum. Ein munandi partur av inntøkunum skal koma frá virksemi uttan fyri Føroyar. Sparikassin hevur tí keypt íløgubankan Eik Bank í Danmark, partabrøv í Kaupthing hf. í Íslandi eru keypt og seld, og eisini hevur Sparikassin sett pening í størsta íslendska sparikassan SPRON.
Umvegis tætta samstarvið við dóttirbankan fáa kundar hjá Sparikassanum atgongd til fleiri tænastur, fyrst og fremst innan private banking, ið m.a. umfatar virðisbrævahandil, ognarrøkt, vinnuútlán og pantibrævavirksemi.
Menningin av Sparikassanum heldur fram við uppaftur fleiri fyrimunum fyri kundar og góðum avkasti til íleggjarar.
Sparikassin er meira enn ein banki.