Skrivandi føroyingar hava tikið ómetaliga væl ímóti avbjóðingini, sum Listastevna Føroya gav teimum við at útskriva skaldsøgukapping. Freistin at senda inn handrit til skaldsøgukappingina varð úti leygardagin 1. mai, og inn eru komin heili 28 skaldsøguhandrit!
Nú fer dómsnevndin til verka at meta um tey innsendu handritini. Kunngjørt verður setanardagin, fríggjadagin 6. august, hvør ið fær virðislønarheiðurin og tær 150.000 krónurnar fyri besta skaldsøguhandritið.
Í dómsnevndini sita: Katrin Næs, studentaskúlalærari, Turið Kjølbro, cand. phil í norðurlendskum bókmentum og Bergur Hansen, mag.art í norðurlendskum bókmentum. Dómsnevndin skilar sær rætt til onga virðisløn at lata.
Listastevnan hevur á hvørjum ári skrivað út bókmentunarligar kappingar:
Til fyrstu Listastevnuna í 2001 varð bjóðað til kapping at skriva stuttsøgur.
39 stuttsøgur komu inn og tríggjar virðislønir vórðu tá latnar: Fyrsta virðislønin fór til Hanus Kamban fyri søguna »Angels Place«, onnur virðislønin fór til Marjun Kjelnæs fyri søguna »Kópakona« og triðju virðislønina fekk Niclas Rasmussen fyri søguna »Fyri lív, eftir deyða«. Vinnandi søgurnar og hinar, sum komu inn, vórðu givnar út í bók »Mjørki í heilum«, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags stóð fyri. Vinnandi stuttsøgurnar og fleiri aðrar vóru harafturat at hoyra í Útvarpi Føroya.
Til aðru Listastevnuna í 2002 varð bjóðað til kapping at skriva handrit til útvarpsleik. 10 Leikrit komu inn. Ein virðisløn áljóðandi 50.000 kr. varð latin fyri besta handritið. Virðislønina fekk Marjun Kjelnæs fyri handritið til útvarpsleikin »Trongd«, sum Útvarp Føroya sendi, tá ið Listastevna Føroya 2002 varð sett. Eyðun Johannesen legði útvarpsleikin til rættis.
Triðju ferð bjóðaði Listastevna Føroya til kapping at skriva nýggjar, føroyskar yrkingar til Listastevnu Føroya 2003. 126 fólk sendu inn 446 yrkingar. Yrkingarnar vórðu virðisløntar við 5.000 kr. fyri hvørja av teimum 11 bestu yrkingunum og vórðu hesar lisnar upp í Útvarpi Føroya allar dagarnar á Listastevnuni ? ein yrking um dagin, meðan Listastevnan stóð 7. - 17. august 2003.