Nógv vilja seta búgv í Vágum

Tað seinastu tíðina hevur nógv húsabygging verið í Vágum. Tá ið vit tosaðu við tær tríggjar kommunurnar i gjár, varð sagt, at enn eru nógvir fyrispurningar eftir grundøkjum.

Í Miðvági liggur kommunan inni við umleið 40 umsóknum. Teir hava nøkur grundøkir tøk, men hava eisini ætlanir um nýggjar útstykkingar. Tær nýggju útstykkingarnar í Miðvági verða norðanfyri bygdina, kommunan hevur fyri tíð síðan keypt stórt økið beint heimanfyri býlingin á Heiðum, eisini arbeiðir kommunan við ætlanum um, at gera eina útstykking norðanfyri á Heiðum.

Í Vatnsoyrum hevur Miðvágs Kommuna í longri tíð arbeitt við at fáa loyvi til bygging, teir vóna at fáa játtan úr landsstýrinum um stutta tíð, teir siga at tað hevur verið sera trupult, at fáa endaligu loyvini. Ætlanin er at gera eina útstykking í Vatnsoyrum til 8 sethús.

Sandavágs Kommuna hevur eisini góðar 40 umsóknir um grundøkir. Í Sandavági eru nøkur fá grundøkir tøk í løtuni. Kommunan hevur ætlan um, at gera eina nýggja útstykking við Stóraklett á Steig, væntandi byrjar tað arbeiðið í heyst.

Sørvágs Kommuna hevur nakrar umsóknir, men ikki so nógvar sum hinar kommunurnar í oynni, í Sørvági hava teir í løtuni 12 grundøkir, sum eru byggiklár.

Í Bø hevur Sørvágs kommuna, fyrr í ár, gjørt eina útstykking til 6 hús, tey grundøkini eru øll farin.

Í Gásadali hevur Sørvágs Kommuna eisini ætlanir um sethúsabygging.