Føroyski arbeiðsmarknaðurin er nógv broyttur seinastu árini. Í dag fara vit undir útbúgving ella í læru og roknað verður við, at vit arbeiða í miðal fimm ár á einum arbeiðsplássi – summi sjálvandi longri og summi styttri.
Tað eru fleiri orsøkir til tess. Arbeiðsplássið kann verða niðurlagt, skorið verður niður upp á arbeiðsfólk, fólk flyta, missa starvið, verða sjúk, skild ella eru í sorg. Fleiri ting spæla inn, sum gera, at borgarin sjálvur hevur tørv á at flyta seg, sigur 57 ára gamla Deirdre Hansen, MA í karrieruvegleiðing.
– Har verður lívlang vegleiðing og førleikamenning viðkomandi, sigur hon og greiðir frá, at tað jú ofta er tørvur á, at fólk fáa ta hjálpina, tey hava tørv á fyri at sleppa víðari á yrkisleiðini.
Deirdre Hansen varð útbúgvin lærari í 1985, og hon arbeiddi sum lærari í 22 ár. Hóast henni dámdi væl arbeiði sum lærari, so passaði tað ikki til gerandisdagin hjá henni við sjómanni, smábørnum og foreldrum, ið høvdu tørv á henni. Hon valdi tí at skifta yrkisleið. Í 2010 fór hon aftur á skúlabonk á Setrinum, og í 2013 varð hon BA í Samfelagsfrøði.
– Tá eg læs samfelagsfrøði, lærdi eg nógva ástøði um sosial viðurskifti og nógv um nýggjar samfelagsskipanir. Og undir lestrinum fekk eg høvi til sjálv at velja evni á fleiri av uppgávunum, sum eg skuldi gera. Mínar snúðu seg ofta um útbúgvingarskipanir, tí tað er har, áhugin hjá mær veruliga er, sigur hon.
– Eg sá, at útbúgving, arbeiðsmarknaður, heilsa og sosial viðurskifti eru tengd at hvørjum øðrum. Tí var áhugavert at kanna, hvussu samstarvið er millum hesar samfelagsstovnarnar. Eg fann síðani útav, at føroysku skipanirnar eru nýggjar og ofta ein minni útgáva av teim donsku, greiðir hon frá.
– Útbúgvingar, sosial viðurskifti, arbeiðsmarknaður og heilsa eru tengd at hvørjum øðrum og áttu at samstarva nógv meir. Tað síggja vit eisini, at tey longu hava sett í verk í øðrum londum, staðfestir hon.
Deirdre Hansen greiðir frá, at tað er eyðsýnt, at í Føroyum stendur vinnan á fremstu røð, tí hon alla tíðina er við í altjóða kappingini. Tað almenna fær tvørturímóti alt ov ofta ov góðan frið, tí fólk í ov lítlan mun banka upp á og siga, at tey hava tørv á nýggjum skipanum, so sum lívlangari læru, lívlangari vegleiðing og førleikameting (eisini nevnt validering).
– Tí vit hava føroyingar, sum hava tørv á at flyta seg á arbeiðsmarknaðinum, og vit hava útlendingar, sum koma til Føroya - bæði við góðum útbúgvingum og uttan útbúgving - sum hava tørv á hjálp at fóta sær á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Hetta eru millum annað menn, sum hava siglt úti, sum síðani koma á land at arbeiða ella kvinnur, sum ikki vilja ella kunnu flyta av landinum at nema sær útbúgving. Spurningurin er, hvussu vit gera hetta so liðiligt, sum til ber. Tí tað loysir seg altíð, at fólk trívast og hava arbeiði, so tey klára seg sjálvi, sigur hon avgjørd.
– Og helst arbeiði, sum tey brenna fyri, leggur hon aftrat.