Royking
- Tey seinastu tvey árini hevur Klaksvíkar kommuna skipað fyri einum átaki fyri 6.-10. flokk fyri at minka um roykingina: »Ein roykfríur skúli«.
Fyri at fáa næmingarnir at taka undir við hesum uppskoti, hava vit havt fyrilestrar uttanifrá um vansarnir við at roykja. Og fyri at gera tað heila meira spennandi hevur Jákup Weihe eina ferð verið og undirhildið og skipað hevur verið fyri sangum.
Eisini hevur ein kapping verið millum flokkarnar, har tað ráddi um at vera roykfríur. Teir flokkarnir, ið vóru roykfríir fingu eitt prógv frá skúlanum og eina virðisløn frá kommununi, sigur Asbjørn Lómaklett, skúlastjóri í skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík.
- Tað er ikki loyvt at roykja á skúlans øki, og síggja vit onkran roykja, verða sigarettirnar tiknar frá teimum.
Eg haldi, at tiltakið hjá okkum hevur minkað um roykingina í skúlanum, og eg haldi, at aðrir skúlar burdu gjørt sum vit, sigur hann.
Loyvt at roykja
í skúlanum
Hvørjar reglugerðir hava tey í Havn við víkjandi royking?
Á tveimum av teimum størstu skúlunum í Havn hava tey rættiliga ymiskar meiningar um hetta evnið: Ì Kommunuskúlanum er ikki forboð móti royking, men tað er tað í Venjingarskúlanum, men báðir halda, at royking burdi ikki verið í skúlatíðini.
Hanus Joensen, skúlastjóri í Kommunuskúlanum, fortelur um støðuna har - og hvat tey gera fyri at fyribyrgja royking:
- Royking er eitt evni, ið vit taka upp viðhvørt. Vit fortelja her næmingunum, at man skal hugsa seg væl um, áðrenn man byrjar uppá royking, og eg haldi, at hetta hevur hjálpt.
Eg haldi ikki, at royking sum so er ein trupulleiki í skúlanum, men vit hava onki tal á, hvussu nógv roykja.
Eg haldi, at øll burdu gjørt líkasum í Klaksvík við einum roykfríum skúla, men so hevði tað eisini skulað verið allir skúlarnir í Føroyum, sum gjørdu tað. Tí eg haldi ikki, at tað hjálpir, um vit eru tey einastu, ið gera hetta. Eisini haldi eg, tað burdi verið bannað at roykja á almennum støðum, eins og tað er í útlondunum.
Ynskja at
útrudda royking
- Tað er eitt stórt ynski hjá okkum at útrudda royking millum skúlanæmingar í Føroyum.
Vit royna at forða næmingunum í at roykja, og lærararnir hava skyldu til at boða frá, um tey síggja ein næming roykja. Eg haldi, at royking er ein trupulleiki í skúlanum, tí eg sá helst, at ongin roykti, sigur skúlastjórin í Venjingarskúlanum, Niels Nattestad.